Rennikapping verður leygardagin

Leygardagin byrjar TF-Vetrarkappingin aftur, og fyrsta kappingin byrjar á Toftum.

Leygardagin 8. november byrjar TF-Vetrarkappingin aftur. Fyrsta kappingin byrjar á Toftum, og runnið verður runt Agnið.

 

Fyrsta umfar í TF-vetrarkappingini er siðbundna renningin runt Agnið, sum verður skotin í gongd klokkan 11 leygardagin við Tofta skúla. Tað verður Roysnið, sum skipar fyri, og aftur í vetur verða kappingarnar átta í tali.

 

Fyri at gjøgnumføra Vetrarkappingina, skulu fimm av teimum átta umførunum rennast, men øll eru sjálvandi vælkomin at renna tey umførini, tey hava hug til.

 

Liðkappingin, sum fekk sera góða undirtøku seinasta vetur, verður endurtikin eftir sama leisti. Einasta broyting er, at nú kunnu feløg hava óavmarkað tal av liðum.


Reglurnar fyri TF-Vetrarkappingina eru at finna á heimasíðuni hjá FÍF, www.fif.fo.

- Rennarnir kunnu brúka skiftirúmini í Tofta skúla og sleppa eisini í brúsu, tá renningin er liðug. Eftir renningina bjóðar Roysnið til hugnaløtu við kaffi, køku og heiðursmerkjahandan, verður sagt á heimasíðuni hjá Nes kommunu.