Leygardagin 14. januar skipa Bragdið og FÍF fyri VK2 rennikapping í Havn.
Hetta er tann næsta av fimm kappingum. Fyrsta kappingin var Runt Agnið, og bleiv hon vunnin av unga stórtalentinum Marnar Djurhuus av Morkranesi.
Start og mál, er á Tórsbreyt. Byrjað verður kl 12 leygardagin, og er rutan tann sama sum undanfarin ár, har runnið verður eftir Ringvegnum, Hvítanesvegnum, Skraddaragøtu, Svartafoss, framvið Tórsbreyt og til rundkoyringina. Hetta strekkið skal hjá teimum vaksnu og unglingum rennast fýra ferðir. Teinurin upp á umleið 10,6 km. Tey yngru renna sama tein einaferð.
Øll eru vælkomin til kappingina, og ikki er neyðugt at verða limur í feløgunum fyri at luttaka, verður sagt í tíðindaskrivi frá Bragdinum og FÍF. Tilmelding og meria kunning er á www.renn.fo ella www.athletics.fo.