Á Fjarðastevnu um vikuskiftið verður skipað fyri rennikapping fyri bæði børn og vaksin.
Føroya Bjór renningin, tey kalla, er skipað í bólkum, sum vanligt er á summarstevnunum. Tey yngstu eru tey undir 7 ár, og síðani eru bólkar upp í superveteranar, sum er fyri tey, sum eru fødd áðrenn 1956.
Renningin byrjar kl. 10.30 við øllum teimum vaksnu bólkunum. Barnarenningin verður aftaná, og sum vanligt verður byrjað við yngstu bólkunum. T.v.s. at barnarenningin kann væntast at byrja umleið kl. 11.00.
Øll tilmelding verður á staðnum frá kl. 9.30. Tilmeldingin fer fram í gamla kaffivogninum Inni á Fjørð, har Sam plagdi at leggja at.