Í kvøld skipar Treysti fyri opnari rennikapping á Svangaskarði á Toftum, og lagt verður fyri klokkan 18.30.
Hetta er ein ókeypis rennikapping, har tilmelding fer fram á staðnum hálvan tíma fyri byrjan.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu - www.nes.fo - sæst yvirlit, sum vísir, nær hvør bólkur rennur, og hvussu langt verður runnið.