Rennikapping á Ovastevnu

Skipað verður fyri rennikapping fríggjakvøldið 15.august á Ovastevnuni. Kappingin er á trimum teinum

Skipað verður fyri rennikapping fríggjakvøldið 15.august á Ovastevnuni. Kappingin er á trimum teinum. Børnini upp til 7 ár renna 400, meðan børn 8-10 og 11-13 ár renna 800 metur inni í bygdini, sum er ávíkavist ein og tvær rundur frá træbrúnni, heim á keiðina og aftur út á Træbrúgv, har málið er (sí kort).

 

 

Vaksin og børn 14-17 renna av Træbrúgv og niðan á Oyggjarmúla. Fyri vaksin verður kappast í opnum bólki, umframt veteranar (46-55 ár) og superveteranar (56 ár og eldri). Teinurin er ul. 1555 metur.

 

Træbrúgvin liggu við sjóvarmálan, meðan Oyggjarmúli er í ul. 140 metra hædd yvir havinum. Hesin teinurin var nógv nýttur í sambandi við venjing til kappróður tá nólsoyingar gjørdu seg galdandi innan hesa ítróttargrein í áttatiárunum. Tilmelding til kappingina fer fram á kunningarstøðini, tlf. 327 060, info@visitnolsoy.fo. Til ber eisini at melda til á staðnum frá kl. 18-18.40 fríggjakvøldið. Kostnaðurin fyri luttøku er 20 kr. fyri børn og 50 kr. fyri vaksin.

 

Myndin er frá Ovastevnuni 2013 tá borgarstjórin luttók og vann í bólkinum sperveteranar.