Rennikapping á ovastevnu

Fríggjakvøldið klokkan 19 verður rennikapping á ovastevnu. Kappingin er á trimum teinum. Børn upp til 7 ár renna 400 metrar, meðan børn 8-10 og 11-13 ár renna 800 metrar inni í bygdini. Serstøk ruta er til barnarenningina, og er henda ávikavist ein og tvær rundur frá træbrúnni, heim á kaiina og aftur út á Træbrúgv, har málið er.

Vaksin og børn 14-17 renna av Træbrúgv og niðan á Oyggjarmúla. Fyri vaksin verður kappast í opnum bólki, veteranar (46-55 ár) og superveteranar (56 ár og eldri). Teinurin er 1.555 metrar.

Træbrúgvin liggur við sjóvarmálan, meðan Oyggjarmúli er í einar 140 metrar yvir havinum. Hesin teinurin varð nógv nýttur í sambandi við venjing til kappróður, tá nólsoyingar gjørdu seg galdandi innan hesa ítróttargrein fyrst í áttatiárunum.

Eftir renningin verða heiðurstekin handaði í tjaldinum úti á Klivum.