3 fótbóltsvallir og eingin rennibreyt
Rennarar og onnur, sum íðka frælsan ítrótt, eru fullkomiliga gloymd burtur. Hetta kemst ivaleyst av, at lobbyistarnir fyri fótbólti, tennisvølli og hondbótli tosa harðari enn lobbyistarnir fyri tí frælsa ítróttinum. Synd fyri frælsan ítrótt.
Tað er ikki altíð so lætt at skilja ímillum lobbyistar, politikkarar, feløg og Tórshavnar Býrað, tí ofta eru hetta tey somu fólkini, sum sita báðu megin borðið. Kanska er hetta orsøkin til, at rennibreytin ikki er stungin út í kortið enn. Kanska geva rennibreytir ikki líka nógvar atkvøður, sum fótbólturin gevur, og tí er eingin rennibreyt komin enn.
Okkara góði Gundadalur er "proppaður" við 3 fótbóltsvallum, 1 tennisvølli, 1 badmintonhøll, 2 stórum ítróttarhøllum og 1 svimjihyli, og uttanfyri býin liggur eisini 1 golfvøllur.
Ein høvuðsstaður við so nógvum møguleikum eigur at gera sítt til, at ein rennibreyt eisini kann sleppa upp í part, tí tað kann ikki vera rætt, at vit skulu hava so nógvar fótbóltsvallir og onga rennibreyt.
Skúlbørn og rennibreytin
Rennibreytin skal verða til okkum øll. Skúlabørn, motións-rennarar, Bragdið og havnafólk sum heild. Serliga er tað áhugavert fyri skúlabørnini, at tilber at renna undir betri umstøðum enn í dag, har tey fyri ein stóran part noyðast út í ferðsluna at renna.
Skúlarnir vísa ivaleyst eisini rennibreytini áhuga, og hetta kann tí eisini verða við til at menna um áhugan fyri renning í síni heild.
Ætlanin við breytini er væl saktans, at hon skal nýtast so nógv sum gjørligt. Tí er umráðandi at skúlarnir eisini sleppa uppí part hesum viðvíkjandi.
Rennibreytin verður óivað veruleiki um nøkur ár, men vit skulu so eisini ígjøgnum eina proces sum eitur, "hvør skal sleppa at renna har og nær". Í hesum sambandi er umráðandi, at hetta verður samskipað við manér.
Kanska áttu havnafólk at stovna ein grunn, júst á sama hátt sum Poul Michelsen gjørdi við sínum Tórsvølli, tí so ber alt til.
Tað er umráðandi at vanligi havnamaðurin altíð kann fáa atgongd til rennibreytina.
Gundadalur - eitt prima øki
Rennibreytin má liggja í Gundadali ella nærhendis, tí veður og vindur hava ein týðandi leiklut á eini rennibreyt.
Tað er umráðandi at leggja sær hetta í geyma, áðrenn breytin verður bygd, tí staðið er avgerandi fyri, um fólk fara at nýta hana ella ikki.
Ov nógvur vindur má vera við breytina, og tí er Gundadalur enn økið, sum ivaleyst stendur ovast á ynskilistanum hjá okkum flestu.
Politikkarin hugsar ikki á sama hátt, tí hann skal bara gera ein breyt so bíliga sum gjørligt. Men spurningurin er so, um tað ikki er tað bíligasta og besta loysnin at leggja hana á Tórsvølli.
Uttanum um fótbóltsvøllin vildi verið eitt ideelt stað.
Aðrar loysnir eru ivaleyst eisini á breddanum, men sum skilst verða tær nógv dýrari. Tað er nevniliga ikki líkamikið, hvar breytin verður løgd. Tað mugu politikkarar, relevantar nevndir og áhugabólkar hava í huganum.
Stórur tørvur er á eini rennibreyt í Havn.