Nú skjøtil av álvara er settur á í vallargerðini í Gundadali, er tað sjálvandi fíggjarliga av størsta týdningi at kunna sannføra myndugleikar um, at talan her bert er um eitt fyrsta stig í byggiætlanini, og at t.d. rennibreytin fer at koma seinni, tí annars verður her arbeitt í heimildarloysi. Landsjáttanin uppá 30% yvir trý ár til eina ætlan uppá 26 mió. kr. setur jú sum greiða fortreyt, at talan er um ein ítróttarvøll har m.a. rennibreyt skal vera. Onnur fíggjartilsøgn fyriliggur ikki frá landinum.
Á fundinum um hetta nú so nógv umrødda mál greiddi formaðurin í nevndini fyri Tórsvallargrunnin Poul Michelsen aftur frá, at tað tekniskt væl lat seg gera at bíða við at spreingja fyri støði til eina rennibreyt. Tað sakaði onki nú fyrst at byggja áskoðarapláss yvir hendan klett og so seinni at taka tey fleiri tons tungu betongelement niðuraftur, leggja tey út á vøllin, fara undir aftur at spreingja, beina burtur grótið, stoypa stabbar av nýggjum og so at seta áskoðaraplássini uppaftur hesar 4-6 metrarnar longur eysturi, sum rennibreytin krevur.
Hóast útrokningarnar hjá Landsverkfrøðinginum vístu heilt onnur tøl, vildi Poul Michelsen kortini halda fast við, at grundgevingin fyri ikki at spreingja liðugt nú skuldi vera milliónir at spara. Men hvat tað fór at kosta at taka arbeiði uppaftur seinni, kundi Poul onki siga um.
Hetta mátti givið okkara myndugleikum nakað at hugsa um, um teir annars hava ynski um ein veruligan ítróttavøll við fjølbroyttum møguleikum í Føroyum.
Ólavur Hátún
P. S. Mín endurtikna áheitan á Tórsvallargrunnin er: Vælsignaður menn, leikið ikki so í fyri at kunna fáa dystir í Gundadali longu nú í summar! Dvøljið heldur á, so vit næsta ár hava ein fullbúnan grasvøll og um trý ár eitt fullfíggjað stadion, tá ið vit aftur skulu taka ímóti ungdómi víða hvar úr heimi til Oyggjarleikir við glæsiligum minnum um seinastu ferð, tá ið vit als ikki høvdu slíkar umstøður at bjóða.