Nýggjar myndir geva vónir um, at lív er á gongustjørnuni Mars.
Amerikanska rúmdarumsitingin NASA heldur seg nú hava fingið prógv fyri, at rennandi vatn hevur verið á Mars fyri ikki so langari tíð síðani. Granskarar hava kannað nakrar myndir, sum rúmdarfarið Mars Global Surveyor hevur tikið, og teir halda seg hava funnið tekin um rennandi vatn, skrivar AP.
Norski rúmdargranskarin Erik Tandberg sigur við Aftenposten, at myndirnar eru sera áhugaverdar, og at granskarar nú aftur fara at tosa um møguleikarnar fyri at finna lív á gongustjørnuni.
Amerikanski lívfrøðingurin Bruce Jakosky sigur við AP, at myndirnar vísa, hvussu umráðandi tað er at halda fram við at kanna, um lív hevur verið ella er á Mars.
-Hetta gevur okkum grund til at halda, at lív er har, sigur hann.
Granskarar hava leingi verið av teirri uppfatan, at vatn var á Mars fyri nøkrum milliónum árum síðani, men tey seinastu úrslitini benda á, at vatn hevur verið har nýliga. Granskararnir hava millum annað samanborið tær nýggju myndirnar hjá Mars Global Surveyor við myndir, sum vórðu tiknar av sama økinum í 1999 og í 2001, og sum skilst er munur á teimum.
Tann nógvi kuldin og tað lága trýstið á Mars gera, at vatn, sum kemur uppundan, verður skjótt til gass ella ís.