Renna við Kerjar

Í dag luttaka yvir 300 fólk í stórum rennitiltaki við Kerjar

Í dag skipar Hvirlan fyri Náttúrrenning við Kerjar. Í sama viðfangi er eisini næsta umfar í TF-Vetrarkappingini samstundis avgreitt.

 

- Undirtøkan fyri Náttúrurenningini er góð, og tað hava yvir 300 meldað til, verður sagt á heimasíðuni hjá Frælsum Ítrótti Føroya.

 

Renningin byrjar í dag klokkan 13.00, og runnið úti í náttúruni, eitt nú á rossagøtunum við Hotel Føroyar.

 

Tey vaksnu renna eina rutu, sum er 10,5 kilometrar, meðan børnini renna eina rutu, sum er 1,5 kilometrar. Startur og mál eru uttanfyri Kerjalon.

 

Tann langi teinurin er frá Kerjalon, niðan eftir kappríðingarbreytini, oman rossagøtuna suðureftir, út til fjósini í Havnardali, út til vegin, sum førir til vatnbrunnin, runt um gamla ruskplássið í Havnardali, heim aftur til fjósini og síðani víðari runt rossagøtuna norðureftir. Sneitt verður niðan aftur á ríðibreytina, og síðani verður runnið oman eftir ríðibreytini og heilt niðan á p-plássið við Oyggjarvegin, og síðani oman brekkuna á mál við Kerjalon.

 

Styttri teinurin, sum er 1,5 kilometrar, er eisini niðan eftir ríðibreytini. Við endan á ríðibreytini verður runnið “eitt lítið eyga” og síðani sama vegin heima aftur. 

 

Till ber at lesa meira um kappingina og síggja úrslit her