Leiðin er gjørd soleiðis, at til ber eisini at hava barnavognar við, so tað er upp til hvønn einstakan um hann/hon rennur ella gongur.
Tað verður byrja við upphiting í skúlagarðinum í Vágs Skúla.
Tiltakið er ikki ein kapping, og tað er bæði til vaksin og børn.
Rennifelagið Hvistan og Kunningarstovan í Vági skipa fyri.