Renna undan myrkrinum

24. umfar í Effodeildini er á skránni í kvøld, tá ið fyrsta bríksl er klokkan 17.00 og 17.30

24. umfar í Effodeildini er á skránni í kvøld, tá ið fyrsta bríksl er klokkan 17.00 og 17.30

 

Í kvøld er fult umfar í fremstu fótbóltsdeildini. 24. umfar, sum sunnudagin varð útsett orsaka av syndarligu vanlukkunu í síðstu viku, er á skránni.

 

Tað er 1. oktober í dag, í síðstu viku var heystjavndøgur, og harvið leingjast kvøldini. Harvið er neyðugt at verða liðugur í so mikið góðari tíð, at tað eisini í 2. hálvleiki verður nóg ljóst at spæla.

 

Tí verður tað ivaleyst ein avbjóðing hjá nógvum áskoðarunum at fáa høvi at síggja fyrstu minuttirnar. Bólturin fer á rull klokkan 17.30 í fýra dystum, og í Klaksvík verður fyrsta bríksl longu klokkan 17.00. Merkisvert er tað, at Kári J. á Høvdanum verður dómari í Klaksvík. Hetta er fyrsta ferðin, at hann fer at hava ábyrgdina av dysti í bestu deildini.

 

KÍ-Skála: Kári J. Á Høvdanum kl. 17.00

ÍF-B36: Rúni Gaardbo kl. 17.00

B68-AB: Ransin N. Djurhuus kl. 17.30

EB/Streymur-NSÍ: Petur Reinert kl. 17.30

HB-Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 17.30

 

Rás2 sigur frá dystunum millum HB-Víking og ÍF-B36.