Spældu saman, sigldu saman, ja, alt var gaman. Soleiðis var tað einaferð við tvíburunum Mary-Kate og Ashley Olsen. Tær gjørdust kendar kring alt USA og aðrastaðni í heiminum eisini í sjónvarpsrøð, har tær spældu frá tí tær vóru 9 mánaðar gamlar.
Nú eru tær báðar blivnar 22 ár, og tær sita ikki so væl um sátt, sum tær einaferð gjørdu.
The New York Post fer so langt at siga, at tær orka ikki sýnið i hvørjari aðrari, og tær gera alt fyri at sleppa undan at hittast. Sambært blaðnum skal hetta hava verið støðan í rúma tíð.