Fyri nøkrum fáum árum síðan snúðu summarstevnurnar seg næstan bara um kappróður og fótbólt.
Men soleiðis er ikki longur.
Nú verður eisini súkkla og ikki minst runnið um kapp á stevnunum eisini.
Frálíku úrslitini hjá føroyskum ítróttarfólkum til Oyggjaleikirnar hava havt við sær, at áhugin fyri renning og frælsari ítrótt í Føroyum er vaksin og so er sjálvandi at smíða meðan jarnið er heitt.
Vestanstevnurenning leygardagin
Um vikuskiftið verður so Vestanstevnan og sum tað sømir seg, so skipar sersambandið fyri frælsari ítrótt fyri Vestanstevnurenning í Miðvági leygardagin.
Kappingin leygardagin er partur av Grand Prix kappingini, sum byrjar Flaggdagin og sum endar á Ólavsøku.
Teinurin, sum runnin verður er 10 km fyri menn, 4 km fyri kvinnur og 2 km fyri børn, sum eru 14 ár og yngri enn tað.
Tá Vestanstevnan var í Miðvági fyri fýra árum síðan, var eisini skipað fyri rennikapping og tá var úrslitið at Hallur Holm vann kappingina hjá monnum við tíðini 34,44 min. Rigmor N. Joensen vann kappingina hjá kvinnum við tíðini 16,03 min.
Kappingina hjá børnunum vunnu Martin Jóanesarson og Katrin Thomassen. Tíðirnar vóru ávikavíst 7,38 min. og 9,22 min.
Um nakar av teimum omanfyrinevndu fer at endurtaka bragdið er sdjálvandi ilt at siga nakað um, men tað er ein sannroynd, at Rigmor Joensen hevur gjørt rættiliga um seg í kappingunum, sum hava verið higartil í ár. Tí er nokk sannlíkt at hon verður í oddinum aftur hesaferð.
Hjá monnunum er tað Guttormur Sørensen, sum hevur gjørt um seg. Hann hevur vunnið allar fimm kappingarnar, sum hava verið higartil í ár. Hann má tí metast at verða stórfavorittur at vinna kappingina í Miðvági eisini. Men nú fáa vit at síggja hvussu leikur fer.