Fríggjadagin 27. Juli skipar Bragdið fyri rennikapping á Skálatrøð, har kappast verður í fleiri aldursbólkum hjá bæði vaksnum og børnum. Byrjað verður klokkan 18.30, tá tey vaksnu renna 5 kilometrar. Runnið verður nakrar ferðir á einum teini, sum er frá Skálatrøð og út á bakka. Børnini byrja at renna klokkan 19, tá yngstu rennararnir fara ígongd. Tey trý fremstu í hvørjum aldursbólki fáa heiðursmerki. Tilmelding til tiltakið fer fram a www.renn.fo.