Renna í Runavík

Í kvøld klokkan 18.30 verður skipað fyri rennikapping í Runavík

Renning

 

Kappingin, sum er 4. umfar í Grand Prix kappingini fyri vaksin hjá FÍF, er eisini kapping um FM heiti í 10 km renning á vegi.

Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Litaval. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir.

Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið.

Hendan rutan verður vanliga nýtt í Várkappingini, og verður mett at vera ein tann skjótasta 10 km rutan í landinum.

 

Kappast verður í hesum bólkum, ið allir renna 10 km:

Kvinnur opin bólkur (f. -1993)

Menn opin bólkur (f. – 1993)

Kvinnur (K45+) f. 1963-1954

Menn (M45+) f. 1963-1954

Kvinnur (K55+) f. -1953 ella fyrr

Menn (K55+) f. -1953 ella fyrr