Síðstu 11 árini hevur Føroya Triathlon Felag skipað fyri einum nýggjársduathlon á rossagøtunum í Havn. Duathlon verður vanliga avrikað soleiðis, at talan er um renning, súkkling og so aftur renning á avmálda teininum. Okkurt árið hava eisini fjallasúkklarar verið við og í fjør somuleiðis ein rennari.
Gøturnar eru ov smalar til, at skipast kann fyri eini stórari kapping fyri øll rørsluáhugað, men í morgin, nýggjársaftan, klokkan 10 skipar Føroya Triathlon Felag fyri stórkapping, har tey íðkandi kunnu velja millum tríggjar greinar.
Tann fyrsta er at renna seks kilometrar, súkkla 18 kilometrar og so renna tveir kilometrar, onnur kappingin er at súkkla 30 kilometrar á fjallasúkklu og tann triðja at renna 12 kilometrar. Hesar tríggjar greinarnar verða so aftur býtta upp í bólkarnar ungdóm, elitu og motión.
Hetta er fyrstu ferð, at lagt verður so til rættis, at øll kunnu íðka saman, og øll byrja eisini í senn. Rennararnir fara av ríðingarbreytini og suðureftir og renna við sólini, meðan súkklararnir fara av ríðingabreytini og vestureftir og súkkla ímóti sólini.
Føroya Triathlon Felag sigur, at av trygdarávum verða gøturnar stongdar fyri aðrari ferðslu, meðan kappast verður, og eisini fara vaktarfólk at standa við gøturnar, so óviðkomandi ikki koma inn á gøturnar, meðan kappingin er í gongd. Tey, sum eru við í kappingini, skulu møta við vallarheimið Kerjalon.









