Renna á – og hvørva

Tað er næstan ikki vika, at ikki onkur bilførari rennur á ein annan uttan at boða frá hesum.

Hetta hendir um vikuskiftið, tá ein bilførari boðaði Politistøðini í Havn frá enn einum slíkum tilburði.

Bilur hansara stóð parkeraður við Norðurlandahúsið í Havn, men tá viðkomandi kom aftur til bilin hevði onkur verið ov naskur.

Staðfestast kundi, at onkur annar bilførari hevði rent á bilin hjá viðkomandi, og hevði gjørt skaða á skerm, kúfangara og lykt.

Onkutíð uppliva fólk, at hini leggja ein seðil eftir seg, har navn og telefonnummar verður upplýst hjá tí ið rendi á. Men soleiðis var ikki í hesum føri, tí bilførarin hevði bæði rent á - og var rýmdur av staðnum.