Flaggdagsrenningin verður sum siður er flaggdagin 25. apríl. Tað er Bragdið í Havn, sum skipar fyri – og tilmeldingarfreistin fyri at luttaka er týskvøldið 22. apríl klokkan 23, sigur felagið. Tað verður ikki møguligt at melda til á staðnum. (Tó undantikið til Stuttleikarenning, men tey fáa onga skrásetta tíð).
Bragdið brúkar chipp, sum verður fest á skógvin, til at skráseta tíðirnar við.
Sum nakað nýtt hesaferð hava tey »farthaldarar« við – tvey, sum renna teinin upp á 35 minuttir og tvey, sum renna 40 minuttir.
TRÝST HER fyri at melda til.
Í ár er tað 28. ferð, at Bragdið skipar fyri hesari kapping. Í ár eru tey flutt oman á Kongabrúnna, har startur og mál er.
Bólkarnir í ár eru:
- Gentur, f. 2005 og seinri, 2003/2004 og 2001/2002
- Dreingir, f. 2005 og seinri, 2003/2004 og 2001/2002
- Kvinnur og menn opin bólkur
- Kvinnur og menn veteranar
- Kvinnur og menn superveteranar
- Stuttleikarenning fyri vaksin, sum vilja ganga/renna 3,5 km ella knappar 7km – ongin vinnari verður kosin her og ongin skrásett tíðtaking er til Stuttleikarenning.
- Firmakapping kvinnur – sum bara er heil ruta
- Firmakapping menn – sum eisini bara er heil ruta
Yngstu børnini renna 500 metrar, sum er út til rundkoyringina og aftur. Størru børnini renna umleið 1000 metrar, sum er út á Skansabryggjuna og aftur. Har er eitt vendiskelti og ein vakt er eisini har.
Vaksin renna sum vanligt, tó nú eitt lítið sindur longur út enn áður, av tí at tey ikki renna niðan á Vaglið. Og um onkur ivast, so er rutan akkurát somu longd sum undanfarin ár. Har úti er eisini vendiskelti mitt á vegnum, og vakt er somuleiðis har.
Skráin fyri Flaggdagsrenningina verður hendan:
- Klokkan 15.45 uppmøting á Kongabrúnni
- Klokkan 15.50 kunning um rutuna og tiltakið
- Klokkan 15.55 Fríðrikur Bláhamar hevur orðið og setur renningina í gongd
- Klokkan 16.00 startskotið hjá yngstu børnunum, 2005 og yngri – gentur/drongir
- Klokkan 16.07 startskotið hjá mittastu børnunum, 2003 og 2004 – gentur/drongir
- Klokkan 16.15 startskotið hjá vaksnum og stuttleikarennarum
- Klokkan 16:20 startskotið til elstu børnini, 2001 og 2002 – gentur/drongir
- Klokkan 16.50 heiðursmerkjahandan til nr. 1, 2, og 3 gentur og dreingir, (Regin Hammer, stjóri í TF)
- Klokkan 17.00 heiðursmerkjahandan til nr. 1, 2, og 3 í vaksnu bólkunum, umframt firmakappingini. (Regin Hammer, stjóri í TF)
- Klokkan 17.15 lutakast av vinningum millum allar luttakarar. Vinningur skal heintast á staðnum, ella verður drigið víðari.
- Klokkan 17.30 endar tiltakið.