Aftur í ár skipar íróttarfelagið Bragdið fyri Top Run, sum er ein kapping, har runnið verður niðan á Sornfelli.
Renningin byrjar við Effo-støðina í Kollfjarðadali, sum er 75 metrar yvir havinum, og endar á Sornfelli, sum er 680 metrar yvir havinum. Teinurin er 9,8 km til longdar.
Kappingin er deild upp í fýra bólkar: menn undir 40 ár, menn yvir 40 ár, kvinnur undir 40 ár og kvinnur yvir 40 ár.
Kappingin byrjar leygardagin 13. septembur kl.15.00. Nærri upplýsingar um hvussu tilmelding o.a. fer fram kunnu lesast á heimasíðu felagsins, bragdid.fo.










