Renna Nólsoynna úr enda í annan

Komandi leygarkvøld verður gjørligt at renna úr Nólsoyar bygd út á Borðina og heim aftur. Kunningarstovan skipar saman við royndum rennarum fyri serstaka tiltakinum

Fyri nøkrum árum síðani byrjaðu tveir mans í Nólsoy at renna regluliga úr bygdini út á Borðina og heim aftur. Við íblástri frá hesum túrum, skipar kunningarstovan í Nólsoy nú fyri einum heilt serligum almennum túri fyri fólki, sum hava orku til at renna ávísa longd.

-Hetta er ein heilt serlig uppliving, sum ikki einans gevur rennarum tað, sum sjálv renningin gevur. At renna í sólsetri í haganum við tí náttúruljóði, sum er á staðnum, er nakað heilt serligt, sigur Ámundur Nolsø, ið er ein av teimum, sum skal syrgja fyri, at allir rennarar koma út á Borðina og upp á pláss aftur.

Fyri at luttaka í renningini leygarkvøldið 20.juni, er tó neyðugt at vera hampiliga væl fyri kropsliga. Ámundur Nolsø sigur, at rennararnir mugu klára at renna 10 kilometrar út í eitt uttan stórvegis hóvasták.

Fólk við áhuga fyri túrinum, sum verður seint leygarkvøldið, kunnu seta seg í samband við Kunningarstovuna í Nólsoy.