Renna ikki á Tórsbreyt

Sunnudagin skipar Bragdið fyri rennikappingum. Hetta verður á Skálatrøð og ikki á Tórsbreyt, sum annars var ætlað

Tey ætlaðu at renna á Tórsbreyt á ólavsøku – um hon verður liðug áðrenn ta tíð. Men tað verður hon ikki, staðfesti Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, í Útvarpinum í dag.

Fyri tveimum vikum síðani segði Heðin Mortensen við Sosialin, at tey arbeiddu dag sum nátt fyri at fáa rennibreytina lidna.

– Og hon skuldi verða liðug á ólavsøku, segði hann tá. Men hetta settu veðurgudarnir ein stoppara fyri, tí tað skal vera turt, tá seinasta hondin skal leggjast á Tórsbreyt, og tað eru tað ikki útlit fyri. Tískil verður runnið á Skálatrøð, sum eisini hevur verið tað vanliga higartil.

Renna á Skálatrøð

Nú verður so runnið á Skálatrøð í staðin. Byrjað verður kl. 18.30, tá vaksin renna 5 km.

Hóast øll tey vaksnu byrja í senn, so verður kappast í trimum aldursbólkum: vaksin fødd í 1991 ella fyrr, vaksin fødd í 1962 ella fyrr (veteranar), og vaksin fødd 1952 ella fyrr (superveteranar). Hetta er samstundis síðsta umfar av Grand Prix kappingini.

Børnini byrja at renna kl. 19.00 tá dreingir og gentur – 7 ár (fødd 2001 ella seinni). Síðani renna dreingir og gentur – 10 ár (fødd 1998-1999) sama tein.

Tey størru børnini skulu renna 3 ferð runt, t. e. 1200 m. Kappast verður í hesum bólkum: dreingir og gentur – 13 ár (fødd 1995-1997) og dreingir og gentur – 17 ár (fødd 1991-1994).