Startur og mál er á Tórsbreyt. Runnið verður oman eftir Ringvegnum, síðani til vinstru á Hvítanesvegnum, til vinstru eftir Skræddaragøtu framvið Svartafossi, og yvir til Tórsbreyt. Tey yngru renna teinin einaferð, tey eldru renna teinin fýra ferðir. Allir aldursbólkar byrja klokkan 11.00.
Kappast verður í hesum bólkum:
Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. 1993 ella fyrr) ? 12 km
Vetaranar kvinnur og menn ( f. 1955-64 ) ? 12 km.
Menn Superveteranar ( f.1954 ella fyrr ) ? 12 km.
Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1989-1993 ) ? 4 km
Gentur og dreingir (f. 1994-1998 ) ? 4 km
Kappingin er 2. umfar av Vetrarkappingini, sum fór av bakkastokki 14. november. Kappinigin er ein opin kapping, ið merkir, at øll kunnu luttaka. Eisini hóast rennari ikki tekur lut í hinum kappingunum í vetrarkappingini.











