Renna fyri lívinum í Klaksvík

Fleiri undanfarin ár hevur Treysti skipað summartiltakið fyri øll, sum verður kallað »Renn fyri Heilsuna«, og byrjaði hetta væl umtókta átakið í dag klokkan 14.00.

Í ár verður talan um 17 leygardagar í tíðarskeiðnum 14. mai til 10. september. Nógv fólk taka lut í hesum mennandi tiltaki og eru oftani hópin av fólki við vestan fyri Lorvíksfjørð.

Teinarnir eru ymiskir hvønn leygardag millum 4 og 6 km langir. Treysti setur skeltið fyri hvønn km á hvørjari rutu, umframt at stóra klokkan stenda har, málið er.

Til hesa fyrstu renningina í ár hevði Treysti biðið Jógvan Skorheim, sum er formaður í Mentanarnevnd býráðsins um at halda eina kveikjandi røðu og annars greiða frá hvussu tað gekk við umsóknini hjá Treysti um at fáa eina rennibreyt.

Jógvan greiddi frá, at ein bólkur við politilarum, sum varð kallaður Stadionbólkurin, hevði sitið í eina tíð og lagt fratíðarbygging á økinum eystanfyri svimjihøllina og stadionøkið til rættis - og at ein niðurstøða varð gjørd um, at rennibreyt skuldi byggjast í hesum øki niðan móti Tekniska skúla.

Í sama andadrátti tók Jógvan Skorheim aftur íaftur, at henda bygging ikki verður gjørd í »morgin«, men at nú er økið so lagt av til endamálið og at tí ber til at raðfesta hesa bygging sum part av øllum hinum mongum raðfestingunum, býráðið í framtíðini kemur at taka støðu til.

Tá vóru lógabrestir at hoyra millum áhugaðu rennifjøldina, sum leingi hevur ynskt sær eina rennibreyt.

Skrivað hevur Dávur Winther