Renna fyri krabbameini

Leygardagin fara tey at renna í Klaksvík við tí endamáli at stuðla arbeiðnum hjá krabbameinsfelagnum.

 

Heilt ítøkiliga fer peningurin, sum kemur inn, til bólkin, Bót til Bata, ið er sjálvhjálparbólkur hjá Krabbameinsfelagnum fyri tey, sum eru rakt av brostkrabba.

 

Tiltakið er skipað sum eitt familjutiltak og til ber at renna antin tveir kilometrar ella fimm kilometrar.

 

Tey, sum eru við í stuðulsrenningini, rinda eina lítla upphædd fyri at renna og við í tilakinum verða bæði Annika Olsen, landsstýriskvinan í almannamálum og Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Allur peningurin, sum kemur inn, fer ókeypis til at granska krabbamein fyri og til virksemið hjá Bót til Bata.

 

Umframt sjálva stuðulsrenningina, verða bæði heilsukanningar, line-dansur tónleikur, og annað, á skránni.

 

Í næsta mánaði eru 25 ár síðani bólkurin varð settur á stovn og í hesum sambandi verða tvey stór tiltøk í næstum.

 

Umframt tiltakið í Klaksvík leygardagin, verður eitt tiltak á Torginum í SMS týsdagin.