Tað er ikki bert í kommununi sjálvari at áhugi er fyri fólkaheilsu og rørslu. Eisini innan ítróttarfeløgini í Klaksvík finst hesin sami áhugin. Nú fer ítróttarfelagið Treysti, saman við fyritøkunum Sportmaster og Eik í Klaksvík at skipa fyri heilsurenning teir komandi mongu leygardagarnar.
Byrjað verður longu í morgin, 17. mai og verður hetta gjørt fram til 6. september, har øll eru vælkomin at vera við.
Talan er als ikki um rennikapping, men endamálið er at fáa fólk at røra seg regluliga.
Byrjað verður hvønn leygardag kl. 14 frá Sportmaster við Klaksvíksvegin.










