Renna fyri flóttafólkum

370 føroyingar, harav 250 tannáringar, eru í hesum døgum savnaði í týska býnum Offenburgar, ið er karmur um TeenStreet í ár.

Hetta er fjórði dagur á leguni og á skránni er millum annað RAG renning. RAG er ein stytting fyri Raise and Give, ið er tiltak har luttakarar renna ein tein fyri at savna pening inn til flóttafólk.

Tað verður gjørt við, at áðrenn tey eru farin til TeenStreet, hava tey fingið til vega stuðlar, ið veita teimum eina ávísa upphædd fyri hvørja rundu, ið tey renna, ella eina fasta upphædd.

Á Facebook-síðuni hjá TeenStreet Føroyar verður upplýst, at peningurin í ár fer at hjálpa børnum og ung flóttafólk.

- Í ár fer peningurin til børn og ung flóttafólk í Grikkalandi, Italia og Serbia. Peningurin skal brúkast til ryggsekkir, skrivitilfar, bøkur o.s.fr. til lærarar at undirvísa í máli, nýggja ítróttarútgerð og til kreativ amboð til list. Eisini verður peningur brúktur til at skipa trygg støð, har ung kunnu hittast og hoyra um Jesus, verður upplýst.