Renna fyri fólkaheilsuni

Í morgin skipa landsstýrismaðurin í almanna- og Heilsumálum, Hans Pauli Strøm, og Bragdið fyri Fólkaheilsurenning í høvuðsstaðnum. Renningin er ein liður í arbeiðinum fyri at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, ætlar at gera sítt til, at fólkaheilsan í Føroyum betrast. Tískil hevur hann saman við felagnum fyri frælsan ítrótt í Havn, Bragdinum, tikið stig til at skipa fyri eini sonevndari fólkaheilsurenning í høvuðsstaðnum í morgin.

Renna ella ganga
Renningin verður fyri allar aldursbólkar. Børnini, fødd 1991 og yngri, renna tveir kilometrar. Hinir luttakararnir verða býttir í tvinnar bólkar. Ein bólkur verður nevndur vaksin, meðan tey, sum eru fødd í1958 og eldri, renna í einum bólki, sum verður nevndur veteranar. Hesir báðir bólkarnir renna ein tein, sum er fimm kilometrar langur.
Hjá summum kunnu fimm kilometrar tykjast sum ein nakað langur teinur, men fyrireikararnir siga, at tað er upp til hvønn einstakan luttakara, um tey renna ella ganga teinin.
Sagt verður, at fólkaheilsurenningin ikki hevur til endamáls at kappast, men heldur at geva bæði ungum og eldri eitt gott høvi til at koma út og røra seg. Tað týdningarmiklasta er at verða við, siga fyrireikararnir í einum tíðindaskrivi.

Bøta um heilsuna og liviumstøðurnar
Fólkaheilsurenningin er ein liður í arbeiðinum hjá landsstýrinum at betra um fólkaheilsuna hjá føroyingum. Eins og í flestum av grannalondum okkara økist talið av sjúkutilburðum, sum beinleiðis koma av liviháttunum, t.v.s. eitt nú vánaligum kosti, ov lítlari motión og líknandi.
Landsstýrið er av teirri fatan, at tað er sera umráðandi at arbeiða fyri eini góðari fólkaheilsu, og hetta arbeiðið verður raðfest ovarlaga av landsins myndugleikum.
? Við at skipa fyri eini slíkari renning ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Øll hava vit gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk í øllum aldrum til renningina leygardagin, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.
Fólkaheilsurenningin byrjar klokkan 15 í morgin, og byrjarnarnummurini fáast við badmintonhøllina tveir tímar undan byrjanini. Starturin á renningini verður frá p-økinum við badmintonhøllina.
Vinnararnir av renningini fáa heiðursmerkir, men allir luttakararnir fáa eisini eina t-troyggju við prenti á til minnis um dagin. Tá ið luttakararnir koma á mál, fáa teir eisini frukt og okkurt leskiligt at drekka.