Oktober mánaður er altjóða bróstkrabbamánaður, har ljós verður varpað á bróstkrabba kring heimin. Í hesum sambandi skipar krabbameinsfelagið, saman við rennifelagnum Treysti, fyri stuðulstiltaki í Klaksvík 25. oktober, sigur Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum.
- Vit vænta at undirtøkan verður stór, og at fólk aðrastaðir frá koma til Klaksvíkar, sigur Ruth Gaardlykke.
Hon greiðir frá, at runt í heiminum verður ljós varpað á bróstkrabba hendan mánaðin, og tað ger krabbameinsfelagið eisini við bólkinum Bót til Bata. Í Bót til Bata eru 11 kvinnur, sum allar hava havt bróstkrabba. Endamálið við hesum bólkinum er at hálpa kvinnum, sum eru í somu støðu.
Peningurin sum kemur inn fer til gransking av bróstkrabba og arbeiði við Bót til Bata, sigur Jansy Gaardlykke. Í løtuni er føroyski læknin, Tordis Kristiansdóttir, í gongd við eina granskingarverkætlan innan bróstkrabba. Úrslitini vórðu løgd fram á fólkafundi í Runavík í september, sigur Ruth Gaardlykke.
Endamálið við at varpa ljós á bróstini í ein heilan mánað er at fyribyrgja bróstkrabba. Hetta kann eisini gerast við at tú regluliga kanna bróstini sjálv, sigur Ruth Gaardlykke.