Upptakt
Tað vendir heilt øðrvísi hesa ferð, enn tað gjørdi í fjør. Tá var B68 við í kappingini um oddasessin, meðan Skála stríddist fyri at sleppa undan aftasta sessinum. Nú er Skála saman við B36 oddalið, meðan B68 er aftast og einasta liðið, sum enn ikki hevur fingið stig.
Men hóast Skála hevur lagt bragdliga fyri, og tað hevur gingið væl, so er royndi venjarin, Johan Nielsen, ikki farin at hugsa um gullkrónur og FM steyp.
- Tað hevur roynst væl hjá okkum higartil. Men vit hava ikki broytt málið. Tað er at halda okkum burtur frá niðastu plássunum. Higartil hevur hetta eydnast væl, men eg rokni við, at talan verður um torføra uppgávu á Toftum, har teir sjálvandi eru svangir eftir stigum, sigur Johan Nielsen.
Hví heldur tú, at tað hevur gingið so væl í ár?
- Spælararnir hava fleiri royndir. Teir eru meiri vanir við 1. deildarfótbólt, sum er øðrvísi enn í lægru deildunum. Teir tora at bjóða seg fram, teir tora at hava bóltin, og teir megna harvið at sleppa sær skilagott av við hann aftur. Tá ið sjálvsálitið fær eitt skump rætta vegin, verður tað eisini lættari at fáa mál, tá ið møgleikarnir koma. Hesum gekk tað einki serligt við í fjør, staðfestir royndi Skála venjarin.
Allir spælararnir hjá Skála eru tøkir. Tað er ikki frítt, at tað er kapping um plássini. Ronni Hansen og Puja, sum teir rópa hann, vóru uttanfyri síðst saman við málverjanum Heina Kristiansen. Hesir trýsta allir fyri at sleppa á liðið.
Á Svangaskarði siga teir seg hava gott mót. Nýggi bulgarski álopsspælarin hevur vant saman við hinum í B68. Enn eru loyvini ikki komin upp á pláss, so hann verður ikki við ímóti Skála. Bulgarski spælarin royndarvenur á Svangaskarði. Okkum kunnugt hevur B68 ikki enn skrivað sáttmála við fremmanda mannin.
Allir teir somu, sum spældu ímóti NSÍ sunnudagin, eru tøkir hesa ferð. Nú er nakað síðani, at teir sóu Súna Fríða Barðá á Svangaskarði. Heimasíðan hjá Norðlýsinum visti í gjár at siga, at hann samráðist við KÍ um samstarv.