Hesa vikuna skipar ítróttarfelagið Hvirlan fyri nógvari vitarenning á skránni í Suðurstreymoy, og verða rennarar úr ikki færri enn sjey londum við, umframt rennarar úr Føroyum.
Lagt varð til brots við renning í Hoydølum seinnapartin mikudagin, og seinnapartin í dag verður sokallað “býarsprint” í Havn og serliga í sjálvum miðbýnum. Í morgin verður so kallast í Nólsoy og syunnudagin við Rossagøtuna í Húsahaga og á økinum við Marknagil í Havn.
Hálvthundrað útlendskir rennarar eru komnir við til kappingina, og teirra millum er tvífaldi svenski heimsmeistarin, Jörgen Mårtensson, ið kastar eitt sindur av stjørnudusti yvir kappingina.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr ein av fyriskiparunum, Sigurd Lamhauge, greiða frá kappingini og vitarenning sum heild.










