Renna eftir flogferð

Leygardagin verður møguleiki fyri at vinna eina flogferð, um tú orkar at renna á fjøllunum. Tá fer Sandavágs Ítróttarfelag at skipa fyri fjallarenning

Verður tú fyrstur at renna úr Sandavági niðan á Húsafelli og oman aftur, vinnur tú eina flogferð.
Sandavágs Ítróttarfelag fer leygardagin at skipa fyri einum summartiltaki í Sandavági, har eitt av tiltøkunum verður ein sonevnd fjallarenning, har lutakararnir fara at kappast um at vera fyrstir at renna - ella ganga - frá SÍF-húsinum niðan á Húsafelli oman fyri sandavág og aftur til SÍF-húsið, har málið er. Tann, sum fyrstur verður aftur á mál, vinnur eina flogferð til Danmarkar.
Húsafelli er 591 metrar høgt, men væl vallaður hagi er allan vegin niðan, og lætt er at koma niðaná.
Fyri at ansa eftir, at tey, sum luttaka, veruliga hava verið á fjallinum, verður fólk har uppi, sum fer at geva teimum, ið koma niðan, eitt frámerki sum prógv um, at tey hava verið har uppi. Eisini fer at verða samband millum fjalli og málið, soleiðis, at fólk á málinum kunnu fáa fraboðanir um, hvussu støðan í kappingini er.
Fjallarenningin er eitt av mongum tiltøkum, sum ætlandi verða á skránni hendan dagin, siga tey, sum skipa fyri. Endaliga skráin er tó ikki løgd enn.
Tilmelding til fjallarenningina er á tlf. 33 38 43. Byrjað verður frá SÍF-húsinum leygardagin klokkan 17.00. Til ber eisini at melda til á staðnum ein tíma áðrenn byrjað verður.
Tiltakið er fyri øll, sum halda seg til. Bæði børn og vaksin. Luttøkugjaldið er kr.100,-. Men so er eisini ein góður vinningur at kappast um.