Renna aftur eftir KÍ

Fyrstu dystirnir í landskappingini hjá kvinnunum verða spældir sunnudagin, og tá fæst kanska ein mynd av, hvussu sterk tey ymsu liðini eru, og um nakað teirra kann hótta KÍ, ið jagstrar sítt tólvta meistaraheiti

Í kappingini, sum Víkingur herfyri skipaði fyri millum fýra tey fremstu liðini frá kapp­ingini í fjør, vendi alt meira ella minni øvugt, tí Skála vann í finaluni á Víkingi, og AB vann í bronsudystinum á KÍ. Sama dag var dystur millum upp­flytararnar, B36 og HB, og hann vunnu HB-kvinnurnar. Hertil skal tó sigast, at fleiri av lið­unum vóru skerd, so tað gav ikki rættastu myndina kortini.
Kappingin hjá kvinnunum hevur í meira enn tíggju ár snúð seg um, um nú nakar megn­aði at bjóða KÍ ordiliga av, tí klaksvíkskvinnur hava nú vunnið ellivu meistaraheiti á rað – og siga seg framvegis vera svangar eftir meira. Hetta er eis­ini spurningurin í ár, um nakar klárar at standa KÍ kurl, tá avtornar, ella um alt verður, sum tað plagar, tá kappingin er av í heyst.
Fyrsti dysturin hjá KÍ er á útivølli ímóti B36, sum er uppflytari. B36 hevur fyrr megnað at givið KÍ kapping til strik­una, og tað eina árið var bara málúrtøkan á muni, men neyvan hava havnarkvinnur somu styrki, sum tær tá høvdu.
Víkingur tekur ímóti AB í Gøtu og er hetta ein uppgerð millum nummar fýra og tvey í fjør, sum eisini kann geva eina ábending um, hvat liðini makta. Í triðja dystinum spæla upp­fluttu kvinnurnar hjá HB á heimavølli ímóti Skála, sum í fjør vann bronsu og kom í steypa­finaluna.