Hondbóltur
Undan hvørjum kappingarári eru gitingarnar nógvar, hvussu leikur fer komandi mánaðirnar. Soleiðis var eisini í ár. Tey flestu vóru á einum máli um, at Stjørnan fór at verða í oddanum, har VB, Neistin og kanska Tjaldri skuldu kappast við klaksvíkskvinnur. Og tað sær út til at passa rættiliga væl.
Neistin og Tjaldri eru trýst í løtuni. Tær hava meira ella minni mist sambandið við oddan, og stig skulu fáast til høldar sum skjótast. Tað vistu bæði liðini undan dystinum leygardagin. Og tær samdust um, at hvørgin skuldu sleppa úr støðuni. Dysturin endaði við javnleiki, og tað broytti lítið á stigatalvuni.
Tjaldri byrjaði væl
Tað vóru gestirnir úr Runavík sum løgdu bragdligari fyri. Serliga høvdu tær úr Neistanum trupult at verja fyri stórspælandi Adina Petra. Hon stóð fyri fimm av teimum fyrstu 10 málunum hjá Tjaldrinum, har hon eisini átti fleiri málgevandi avleveringar. Hon var toppskjútti við 12 málum.
Gestirnir høvdu leiðsluna í stórum løtum av fyrra hálvleiki. Neistin kom ongantíð av álvara ígongd, har Annika Ljósstein við nøkrum málum syrgdi fyri, at leiðslan ikki gjørdist ov stór.
Støðan í hálvleikinum var 17-15 til Tjaldri.
Neistin burdi vunnið
Liðini fylgdust eisini í seinna hálvleiki. Tað var ein góð løta, har lítið riggaði hjá Tjaldrinum. Tær gjørdu fleiri mistøk í álopspartinum, men tað dugdu neistakvinnur illa at gagnnýta. Hóast tær fleiri ferðir vóru fríar móti málverjanum, so vunnu tær ikki leiðsluna, sum runavíkskvinnur høvdu. Tá seinna umfari var hálvliðið var Tjaldri á odda 22-19.
Eingin megnaði at avgerða dystin, sum endaði við javnleiki 27-27. Eitt úrslit, sum hvørki hóvaði Neistanum ella Tjaldrinum.
Nú verður trupult
Tað er alsamt meira sum bendir á, at stríðið um gullkrónurnar fer at standa millum VB og Stjørnuna. Neistin og Tjaldri eru í løtuni ávikavist fimm og fýra stig eftir oddaliðið úr Vági, og komandi vikuskiftið skulu fýra tey fremstu liðini hittast. Tjaldur spælur í Klaksvík móti Stjørnuni, meðan Neistin skal til Vágs. Tað verður eitt sera týdningarmikið vikuskiftið fyri bæði liðini, har teirra leiklutur í oddanum í føroyskum kvinnuhondbólti skal avgerast.
Fakta um dystin
Neistin – Tjaldur 27-27 (15-17)
10 min: 7-6
20 min: 8-14
40 min: 18-20
50 min: 23-23
Neistin: Annika Ljósstein 7 (3), Stine Mikkelsen 4, Nico R. Hansen 4, Trine Mayland 3, Anja Heinadóttir 3, Unn Kragesten 2, Heidi Maria Akselsen 2, Rakul Augustinusen 2
Tjaldur: Adina Petrea 12 (3), Jacoba Langgaard 5, Patru Marinela 3, Heidi Sevdal 3, Jóhanna í Króki 2, Elinbjørg Hammer 1, Annika Thomsen 1,
Útvísingar: Neistin 3 – Tjaldur 4
Dómarar: Karstin Joensen og Kristian Joensen