Áðrenn vit drukna í EFTA-retorikkinum

Sera avmarkaðir fyrimunir eru fyri Føroyar í EFTA, og í somu løtu, Ísland ella Noreg leypur inn um ES-garðin, er EFTA ónýtiligt fyri Føroyar, tí fiskivinnan missir sítt kappingarføri. Landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum eigur at halda seg til samgonguskjalið og alt fyri eitt taka upp samband við Europasamveldið fyri at kanna møguleikarnar fyri, at Føroyar gerast partur av ES

Nú er leyst og liðugt.

Ein bólkur av EFTA-politikarum hevur verið á kurteisisvitjan í Føroyum, og brádliga er so gott sum víst, at Føroyar gerast EFTA-limur. Prát í tveir dagar, og allar forðingar eru ruddaðar av vegnum. Portrið er opið, og nú er bert at fylgja slóðini.

Hetta næstan ljóðar ov gott til at vera satt – og tað er tað eisini.

 

Ongin substansur

Hesar dagarnar, EFTA-fólk hava verið og vitjað, hevur onki verið at hoyrt um, hvat Føroyar veruliga kunnu fáa burtur úr einum møguligum EFTA-limaskapi.

Ongin substansur er umrøddur. Bert einoygt fokus á, at vit skulu vera blíð við útlendingarnar og greiða frá okkum sjálvum. Og so hetta, at vit skulu øll vera samd um tann eina mátan at nærkast Europa.

Sjálvandi skulu vit vera blíð við EFTA-fólkini, men tey, sum fylgja við, vita, at EFTA bert kann geva Føroyum sera avmarkaðar møguleikar at mennast.

 

Doyggjandi felagsskapur

Í fyrsta lagi ber til at staðfesta, at EFTA er ein doyggjandi felagsskapur, tí bert Schweiz og Lichtenstein vilja veruliga EFTA.

Noreg hevur tvær reisir roynt at sleppa sær úr EFTA og inn í Europasamveldið. Í longri tíð hevur Ísland roynt at finna dyrnar inn í ES, og seinastu vikurnar eru íslendskir toppolitikarar harumframt farnir at umrøða ES-limaskap sum eina sannlíka íslendska leið burtur úr ólukkuligu kreppuni har.

Ongin eigur at ivast í, at um annaðhvørt Ísland ella Noreg fara inn um ES-garðaliðið, hava Føroyar onki at gera í EFTA. Stóru kappingarneytar okkara á fiskivinnuøkinum fáa tá avgerandi fyrimun innan fyri ES, og vit missa kappingarføri okkara.

Sostatt er EFTA ein viknandi felagsskapur við ivasomum framtíðarvánum fyri Føroyar. Hetta er ikki júst tað, ið okkara politisku leiðarar eiga at stara seg blindar í.

 

Fáir fyrimunir

Hyggja vit nærri at EFTA, so broytir ein møguligur føroyskur EFTA-limaskapur lítið og onki við verandi atgongd Føroya til tey fýra frælsini í ES: fríur flutningur av vørum, tænastum, kapitali og arbeiðsmegi.

Sagt við øðrum orðum: Yvirskipað gevur EFTA-limaskapur okkum ikki betri atgongd til ES-marknaðin, ið er okkara mest týðandi marknaður.

Vøruflutningurin verður framvegis avmarkaður, tí EFTA kann ikki geva okkum atgongd til EBS (Europeiska Búskaparliga Samstarvið). Bert sjálvstøðugir statir fáa atgongd til EBS. Sostatt skulu t.d. útflutningsfyritøkur okkara framvegis fylgja avmarkandi handilsavtaluni við ES.

Tænastuflutningurin til triðjalond verður betri. Men tað ger ikki, at tænastufyritøkur okkara fáa betri atgongd til tann týðandi ES-marknaðin fyri tað.

Flutningurin av kapitali er ongin trupulleiki sum er, og hann broytist neyvan. Flutningurin av arbeiðsmegi broytist neyvan heldur.

 

Tvær leiðir skulu kannast samstundis

Hóast landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum eftir øllum at døma hevur læst seg fastan í EFTA-rásini, veit hann, at hetta er ikki tað, ABC-flokkarnir hava avtalað um Europapolitikkin.

Í samgonguskjalinum, sum vit skulu halda okkum til, er ásett, at tveir møguleikar fyri at nærkast Europa skulu kannast, báðir um eina leið. EFTA er bert annar av hesum møguleikum.

Hin møguleikin er at nærkast Europasamveldinum, og í samgonguskjalinum stendur, at ein skjóttarbeiðandi serfrøðingabólkur skal "greina allar møguleikar fyri tilknýti til ES, herundir eisini hvørjar treytir eru fyri at gerast partur av ES".

Við øðrum orðum skal landsstýrið skjótast møguligt taka upp samband við ES til tess at kanna, um og hvussu, Føroyar kunnu gerast partur av ES.

Ikki fyrr enn hetta er gjørt, skal landsstýrið taka støðu til, hvørja leið Føroyar skulu halda.

ES hevur sent Føroyum greið tekin um, at tað ber til at finna eina smidliga loysn fyri, at vit kunnu nærkast ES og fáa munandi betri atgongd til ES-marknaðin.

Landsstýrismaðurin við uttanlandsmálum veit hetta, og hann kundi hóskandi farið til verka so, sum samgonguflokkarnir hava avtalað.