Áðrenn Immola

Hetta vikuskiftið er 25 ferð at koyrt verður formel 1 á Immola breytini.

Formel 1

Immola breytin liggur í Ferrari landi, stutt frá Maranello høvuðstøðini hjá Ferrari. Hendan breytin er tiltikin fyri at nógvir Ferrari fjepparar sokallaðir Tifosi koma til koyringina. Immola liggur í Italia, men er tó tann almenna San Marino koyringin. Hetta tykist kanska eitt sindur løgið, men Italia hevur longu eina formel 1 koyring í Monza, og eitt land kann ikki hava meira enn eina almenna koyring. So við at umdoypa koyringina til almennu San Marino koyringina slepst undan trupulleikum.

Immola gjørdist í 1994 karmur um eitt tað syrgiligasta vikuskiftið í formel 1 søguni. Fríggjamorgun, koyrdi Rubens Barrichello við nógvari ferð á. Hann lá í koma fyrstu tíðina, men slapp undan varandi mein. Leygardag doyði ungi eysturríski koyrarin Roland Ratzenberger og sunnudag doyði brasiliumaðurin Ayrton Senna. Ayrton Senna, var ein tann dugnaligasti formel 1 koyrarin nakrantíð, og Immola breytin fer altíð at verða samantvinna við hansara navn. Breytin er umbygd eitt sindur síðan 1994 og vandamikla svingið Tamburello, har Senna doyði, er ikki longur líka vandamikið.