- Kom út og renn, og verð samstundis við til at veita neyðhjálp til Haiti!
Soleiðis ljóðar áheitanin frá Reyða Krossi Føroya, og sum leygardagin 27. mars skipar fyri einum serligum átaki í Havn, Klaksvík og í Vági.
Fólk kunnu stuðla neyðhjálpini til Haiti við at tekna seg til renningina. Hetta tiltakið ?Eg renni fyri Haiti? er fyri øll, bæði fyri tey sum kunnu renna og fyri tey sum einans ætla at ganga sær ein túr.
Allar inntøkurnar av tiltakinum fara óskerdar til arbeiðið á Haiti, sum 12. januar varð rakt av herviligum jarðskjálvta.
Ein av fyrireikarunum, Katrin á Neystabø vónar, at eini 3000 fólk fara at renna henda dagin.
- Tað vóru 1100 kvinnur til Kvinnurenningina. Nú fáa bæði kvinnur, menn og børn í øllum aldri møguleika at vera við, so tí vóna vit at undirtøkan verður so góð, sigur hon