Áðrenn fortíðin morlast burtur

Nýggj norðurlendsk verkætlan skal nú kanna, hvussu virðismikil fornminni kunnu verjast móti hóttanini frá verðurlagsbroytingum Økjandi hiti, slavnari veður og hækkandi sjógvur kunnu fara at ávirka fornminni og mentanarumhvørvi tvørtur um landamørk.

Hetta er orsøkin til at Norðurlanda Ráðharraráðið fíggjar samstarv millum fornminnafyrisitingarnar í norðurlondum: Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Danmark, Finlandi, Svøríki og Noregi.

Í Føroyum eru mong sjónlig dømi um, at fornar bústaðaleivdir forfarast tí at lendið fram við sjóvarmálan máar burtur - í fleiri førum sum úrslit av veðurlagsbroytingum.

Eisini síggjast tekin um, at heitari og slavnari veðurlagið økir vandan fyri soppavøkstri og rotskaðum í timburbygningum.

Norðurlendska verkætlanarsamstarvið skal savna ítøkiliga vitan um, hvussu veðurlagsbroytingar kunnu væntast at ávirka mentanararvin í teim ymisku londunum, hvørjar avleiðingarnar fara at verða fyri fornminnafyrisitingarnar og meta um møguleikar fyri verjutiltøkum í norðurlondum.

Verkætlanin samstarvar um nýstovnaða heimasíðu www.riksantikvaren.no/klimaprosjektet, har úrslitini verða at síggja so hvørt.

Úrslitini frá verkætlanini fara eisini at verða givin út í eini endaligari frágreiðing.

Símun V. Arge, deildarleiðari á Føroya Fornminnissavni, umboðar føroyska partin í verkætlanini.