Áðrenn eg doyggi

”Eg eiti Sam. Tá ið tú lesur hesa bókina, eri eg allarhelst deyður.” . Soleiðis stendur at lesa á fyrstu blaðsíðu í hjartanemandi søguni um 11 ára gamla Sam, sum hevur blóðkrabbamein


At liva í allar ævir er ungdómsbók eftir unga bretska rithøvundin Sally Nicholls. Hetta er ein serlig bók, sum er bygd upp av søgum, listum, upplýsingum og myndum, ið Sam savnar saman seinastu tríggjar mánaðirnar, áðrenn hann doyr. Bókin er kosin besta barnabókin í Onglandi. Bókadeild Føroya Lærarafelags var fyrsta forlagið í Norðurlondum, ið keypti rættindi til bókina. Turið Kjølbro týddi úr enskum.