Áðrenn Bahrain

Tá formel 1 sirkusið hetta vikuskiftið vitjar kongaríkið Bahrain í Miðeystri, er hetta aðru ferð at koyrt verður á breytini. Bahrain er fyrsta landið í Miðeystri har kappast verður í formel 1

Formel 1

Øll liðini hava síðan seinastu koyring, arbeitt hart fyri at gerast nóg kappingarfør, og sostatt avbjóða Renault, sum hevur vunnið tvær tær fyrstu koyringarnar.

Eisini dekkframleiðarnir kappast óført, og Bridgestone sum letur dekk til eitt nú Ferrari hevur nógv at prógva. Michelin liðini hava verið nógv betur higartil, og atfinningarnar móti Bridgestone hava verið lemjandi.


FAKTA
Um koyringina í Bahrain
Umferðir: 57
Breytarlongd: 5,417 km
Skjótast umferð: Michael Schumacher(Ferrari), 1 m 30,252 s
Longdin á koyringini: 308.523
Vinnari: Michael Schumacher (2004)
Kelda www.forix.com