Í gjár keypti HB Poul Ingason úr TB. Í dag hevur felagið gjørt leigusáttmála við Brøndby IF um at føroysk U21 landsliðsbakkurin, René Shaki Joensen, skiftir til HB fram til summarsteðgin, tá sáttmálin við Brøndby gongur út, skriva heimsíðurnar hjá feløgunum.
Les eisini: René møguliga á veg til Føaroyar spæla
In.fo og Sosialurin hava í longri tíð sett René Shaki Joensen í samband við millum annað HB, har René partvís er uppaldur sum fótbóltsspælari. René hevur royndarvant við Skive og Roskilde, men nú er greitt, at hann endar í føroyskum fótbólti.
HB hevur havt trupulleikar á høgra bakki, har Jógvan Rói Davidsen hevur verið nógv skaddur. Hann er júst blivin skaddur aftur og tí kann hugsast, at René at byrja við kemur á spæla á høgra bakki.
René hevur annars spælt á vinstra bakki. Alex José dos Santos er somuleiðis skaddur í løtuni, men kappingin byrjar ikki fyrr enn í mars mánaði, so nógv kann verða broytt til tað tíð.
- Sjálvandi eru vit áhugaðir í einum spælara sum René. Hann kann spæla á nógvum plássum. Ikki bara í verjuni. Hann kann eisini spæla á kantinum, so vit hava ein sterkan hóp nú, segði Heðin Askham í gjár við Miðlahúsið.
Hann váttaði eisini tá, at hann hevði latið leiðsluna vita, at hann var áhugaður at fáa René í hópin. Í samband við at HB keypti Poul Ingason, segði formaðurin í HB, Finnbogi Arge:
- Allir fyrrverandi HB’ arir eru altíð vælkomnir aftur til felagið, um teir koma í trupuleikar, men tað er upp til venjara at avgera hvørjar spælarar vit skulu fara eftir, segði Finnbogi Arge.
Sostatt hevur HB fingið tveir U21 landsliðsspælarar í hópin upp á tveir dagar.










