Tað verður Rene Tórgarð, sum skal loysa tann nú skadda Gunnar á Steig av í málinum hjá EB/Streymi.
Avtala er gjørd millum partarnar, og longu um vikuskiftið verður Rene partur av liðnum hjá EB/Streymi, sum tá skal royna seg móti HB í Gundadali.
Og tað kann væl vísa seg, at EB/Streymur við hesum hevur fingið ein sera góðan málverjan at loysa Gunnar av.
Rene var á yngru árum fastur partur av føroysku ungdómslandsliðunum í fótbólti, men í vaksnu røðunum hevur hann tó ikki verið so nógv at sæð. Partvíst hava skaðar forðað fyri hesum, men helst hevur tað eisini spælt inn, at hann fyri tað nógva hevur verið roknaður sum annar málverji hjá B36. Eisini hóast tað gjøgnum árini er blivin talan um nakrar dystir til samans á besta liðnum.
- Tað verður sjálvandi meira spennandi, nú eg kann síggja fram til fasta spælitíð í bestu deildini. Og í øllum førum er hetta ein avbjóðing, sum eg gleði meg til, sigur Rene Tórgarð.










