Rene og Hallur á uppflytingarkós

Vendsyssel FF vann, meðan Vejle snávaði

Bæði René Shaki Joensen og Hallur Hansson vóru á vøllinum, tá Vendsyssel í næstbestu fótbóltsdeildini á heimavølli vann 1-0 á Roskilde í Hjørring.

 

Nicolas Bøgild skoraði sigursmálið í 54. minutti. Sambært blaðnum Nordjyske hevði Hallur Hansson eitt gott langskot, og René Shaki Joensen hevði eisini eina minniliga detalju í dystinum.

 

Sigurin merkir, at Vendsyssel er á odda í næstbestu fótbóltsdeildini saman við Lyngby við 22 stigum. 

 

Vejle tapti í dag 0-1 ímóti HB Køge á heimavølli, og er liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni og Viljormi Davidsen við 18 stigum á stigatalvuni fýra stig frá oddinum. Jóan Símun fekk gult kort í dystinum ímóti HB Køge í dag. 

 

14. oktober verður føroyingauppgerð, tí tá møtast Fredericia, liðið hjá Rógva Baldvinsson og Vejle í Fredericia. Rógvi sat á beinkinum allan dystin, tá Horsens og Fredericia spældu javnleik 1-1 í Horsens. Fredericia er nummar fimm í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 17 stigum.