Áhugi fyri René úr KÍ og útlandinum

- Eg havi ikki tikið avgerð enn, men eg taki hana, áðrenn kappingin endar, sigur René Shaki Joensen

Ein tann mest umtalaða leysasøgan í føroyskum fótbólti er, at René Shaki Joensen fer at skifta frá HB til KÍ. Nú hevur høvðuspersónurin váttað áhugan frá KÍ, men meistararnir fáa nú eisini kapping frá útlandinum.

 

- Tað er áhugi frá KÍ og øðrum feløgum í Føroyum, men nú er eisini áhugi frá útlandinum, sigur René Shaki Joensen.

 

Landsliðsspælarin hevur spælt nakrar góðar landsdystir seinastu tíðina, og kom millum annað væl frá uppgávuni á høgra vongbakki móti Danmark í Parkini. Hann hevur spælt við HB seinastu hálva triðja árið, men sáttálin gongur út í vetur.

 

- Eg havi ikki tikið nakra avgerð enn, men eg havi sett mær deadline, áðrenn kappingin verður liðug. Tá skal eg hava tikið avgerðina, sigur René Shaki Joensen í samrøðu við FM1 í dag. René og HB skulu tvey tey næstu vikuskiftini spæla hálvfinalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti NSÍ.

 

René Shaki Joensen skal í annaðkvøld spæla móti Ísrael í Netanya. Pápi hansara er úr Ísrael. Tað og annað kanst tú hoyra meiri um seinni í dag, tá samrøðan verður tøk á in.fo.