René heldur fram í Vendsyssel

René Shaki Joensen hevur longt sáttmálan við Vendsyssel, sum er á kós móti Superliguni

22 ára gamli føroyski landsliðsspælarin, René Shaki Joensen, hevur í dag longt sáttmálan við Vendsyssel, sum spælir í oddinum í næst bestu deildini í Danmark.

 

Undanfarni sáttmálin var galdandi til í vetur, meðan nýggi sáttmálin er galdandi fram til summarið 2017.

 

Ítróttarstjórin í felagnum, Jacob Krüger, sigur við heimasíðuna, at René hevur ment seg nógv sum spælari í Vendsyssel hetta farna hálva árið. Ítróttarstjórin nemur eisini við, at tað hevur gagnað felagnum, at tað eru føroysk sambond í baklandinum, og at føroyska tilknýtið á vøllinum eisini hevur eydnast væl.

 

Eisini venjarin í felagnum, Ove Christensen, hevur rósandi orð um føroyska landsliðsspælaran. Hann sigur millum annað, at René hevur verið eitt fríksligt íkast til hópin, og leggur dent á góða hugburðin, sum René S. Joensen hevur.

 

Umframt René Shaki Joensen, so eru Hallur Hansson og Meinhard Olsen eisini knýttir at Vendsyssel, sum í løtuni er við í uppflytingarstríðnum um at koma í Superliguna.