Nýggi verjuleikarin hjá HB hevur drigist við ein skaða síðani hann kom heim at spæla í januar, men hann sigur við in.fo at skaðin ikki er álvarsamur.
René Shaki Joensen hevur fingið ein lítlan skaða í ryggin, sum kemst av at undirlagið í Havn helst er eitt sindur harðari enn grasið í Danmark. Men René sigur at útlitini eru góð fyri at hann kann spæla tá Effodeildin byrjar um ein mánað.
Spurdur um hvussu René er follin til í HB, svarar René.
- Eg eri follin væl til, og eri ótrúliga væl móttikin av mínum viðleikarum. Mær dámar væl venjarin, og tann spælistílin sum hann hevur lagt fyri.
Afturat René hevur HB í løtuni Jógvan Róa Davidsen, Alex José dos Santos, Símun Samuelsen og Bárður Heinesen á skaðalistanum.
20 ára gamli René Shaki Joensen eigur enn sín fyrsta dyst í fremstu føroysku deildini til góðar, av tí at hann tey seinastu árini hevur leikt í donskum fótbólti við Brøndby IF.