Rene Dif í Norðurlandahúsinum

Kendi danski plátuvendarin, sangarin og sjónleikarin Rene Dif kemur til Føroya at halda fyrilestur og workshop saman við listakvinnuni Rikke Maija í Norðurlandahúsinum leygardagin 2. og sunnudagin 3. mai 2009.

Tiltakið hevur heitið “Fordøj dit liv”, og er um t.d. succes-strategi, introcoach, góð kostráð, venjing, resultatorientering og motivatión. Rene Dif hevur roynt ymiskt, og hann fortelur eisini um sítt lív, frá tí hann byrjaði sína karrieru til í dag.


“Fordøj dit liv” verður leygardagin 2. mai og sunnudagin 3. mai, báðar dagarnar frá kl. 10-16.


Prísurin er kr. 1650,- við kosti. Atgongumerki kunnu keypast hjá Wellness v/Martin Brodersen á Áarvegi 4 í Havn, tel. 223312.


Tilmelding seinast fríggjadagin 17. apríl.