Við sigri 2-1-sigri ímóti FC Fredericia tók Vendsyssel FF um vikuskiftið eitt risa fet mótvegis Superliguni. Hóast kappingarárið enn ikki er komið í helvt, so skal gongdin hjá Vendsyssel FF versna nógv, um uppflytingin skal gleppa teimum av hondum.
Í løtuni eru teir átta stig røttu megin uppflytingarstrikuna. Ein, sum av álvara hevur sligið ígjøgnum í felagnum, er René Shaki Joensen. Hann longdi í síðstu viku sáttmálan við felagið, sum hann ætlar sær at spæla Superliga-fótbólt við.
- Hetta er eitt stig á leiðini í málinum um at blíva Superliga-spælari. Tá eg var í Brøndby, setti eg mær sum mál, at eg um fimm ár skuldi spæla í Superliguni, sigur René um málið, sum hann setti sær fyri hálvum fjórða ári síðani.
Í Sosialinum í dag er drúgv samrøða við René um lívið í Hjørring, har Vendsyssel FF heldur til.










