Rendu teir á ein UFO

Skakandi myndir eru komnar til vega úr Kina, sum vísa nasarundingin á einum Air China ferðafólkaflogfari eftir gátuføran samanstoyt við eitt ókent far.

Tað skrivar enska The Sun.

Flogfarið var noytt at gera eina neyðlending beint eftir hendingina.

Kinesiskir flogmyndugleikar hava higartil borið seg undan at siga, hvat hendi við fogfarinum, og hvat rendi á tað. Men UFO serfrøðingar vilja vera við, at talan kann hava verið um ein UFO.

Boeing 757 flogfarið fleyg í 26.000 fót hædd yvir Kina, tá tað rystist av samanstoytinum. Flogskiparin rópti beinanvegin á flogtornið, sum loyvdi honum at seta seg á ein flogvøll nærhendis.

Tað var ikki fyrr enn flogfarið stóð a vøllinum, at fólk varnaðust stóru bugluna.

Serfrøðingar siga, at flogfarið fleyg so høgt, at tað er ógvuliga ósannlíkt, at ein fuglaflokkur kann hava orsakað skaðan. Ein annar møguleiki kann vera, at ein drona hevur rent á flogfarið.

Men fyrrverandi UFO granskarin fyri myndugleikarnar í Bretlandi, Nick Pope, sigur: »Hvat tað var, ið rakti flogfarið, hevur latið eftir seg prógv«.

- Kanningar av skaðanum á nasarrundinginum fara at avdúka mikroskopiskar restir av tí, ið rakti flogfarið, ella kanska enntá størri vraklutir. So talan er um eitt loysiligt loyndarmál, sigur Nick Pope.

Spurningurin er bara, um loyndarkendu kinesisku myndugleikarnir fara at avdúka sannleikan um hvat hendi.

Myndirnar eru úr enska blaðnum, The Sun.