Rendu seg inn í Solskjær í Manchester

Tríggir av føroyingunum vóru serliga hepnir á ferðini.
Pauli Poulsen hevði sonin hjá sær, Símun Petur, og vinmannin hjá honum, Heindrikk, við sær til dystin, og leygarkvøldið løgdu teir leiðina fram við leikvøllinum hjá Manchester United, hóast hetta ikki var partur av almennu skránni fyri ferðina.
Har gjørdu teir einki mætari enn at renna seg inn í álopsspælaran hjá Manchester United, Ole Gunnar Solskjær, sum seinastu vikurnar hevur gingið skaddur.
Norski spælarin var fryntligur og fyrikomandi, og hann vildi fegin avmyndast saman við føroyingunum, sum longu áðrenn dystin høvdu fingið meira burtur úr ferðini, teir kundu ynskt sær frammanundan.